Nú á døgum eru tað bilarnir sum skulu vera av "góðari ætt"
- úr Børkuvísum
Lesarin skrivar

Forkvinnan í Trivanðarnevnd løgtingsins er ein heitur talsmaður fyri, at samkynd skulu kunna giftast.

Ì samband við spurningin um hvørt samkynd kunnu verða signað innan kirkjugátt sigur hon í samrøðu við Útvarpið 14.03.16 kl. 18.00:

“Eg føli meg trygga í tí, sum verður sagt frá løgfrøðisligu ráðgevingini... og eisini frá tí siðvenju sum Bispur leggur upp til, at kirkjan hevur, at uppá núverandi tíðspunkt, er tað ikki møguligt, um so er, at lógin kemur í gildi, at samkynd par sum er gift borgarligt kann fáa tað signað í kirkjuni”.

Uppá fyrispurning, hví málið er betri viðgjørt enn onnur mál, svarar hon m.a. ”...hetta er nakað sum brýtur eitt lítið sindur við eina siðvenju man hevur havt í Føroyum......”

Fyri trimum døgum síðani segði sama forkvinna í Trivnaðarnevnd løgtingsins við Útvarpið:

“Tað er sjálvandi at fegnast um, at prestur, í hesum føri Jens Mortan Mortensen, vísir jaligan hugburð at signað samkynd...”

Hon kennir seg trygga og vísir m.a. til “siðvenjuna” sum Bispur leggur upp til, samstundis sum hon fegnast um, at ein ávísur prestur vil signað samkynd (hetta sum er ímóti allari siðvenju) og so kemur hon til ta niðurstøðu, at  tað, at tvey av sama kyni kunnu giftast brýtur eitt lítið sindur við eina siðvenju man hevur havt í Føroyum.

Orðaskvaldur uttan líkað, men samstundis ein avdúking av, at siðvenjan, sum hon sipar til, hevur hvørki eitt ella annað at siga.

Tá man er av teirri áskoðan, at giftarmál millum mann og mann ella kvinnu og kvinnu bert brýtur eitt lítið sindur við eina siðvenju vit hava havt í Føroyum og at man samstundis fegnast yvir, at ávísur prestur vil signað samkynd, ið verða gift – ja, so er eyðsæð, hvat politiska ætlanin er í næsta umfari: Sjálvandi skulu samkynd eisini fáa loyvi at giftast innan kirkjugátt!!

Hví skal tað verða øðrvísi hjá okkum, enn tað er í grannalondum okkara?

Vónandi er tað ein meiriluti á Føroya løgtingi, sum virðismetir ta siðvenju sum eyðkent hevur okkara land til dagin í dag , nevniliga  hjúnaband millum mann og kvinnu – ein meiriluti, sum við at fella nevnda uppskot, ið slóðar fyri vígslu innan kirkjugátt.

Tordur J. Niclasen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo