Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak
Politikkur

Felagið Heimafriður hevur seinastu tíðina arbeitt nógv við at varpa ljós á trupulleikan við ljóðdálking frá skipum, sum ger seg galdandi í fleiri økjum í landinum m.a. í Saltangará, Runavík, á Signabø, í Fuglafirði og aðrastaðni. Hesar áheitanir um at tryggja heimafrið, eiga vit at taka í álvara, spyrt tú Djóna Nolsøe Joensen, tingmann fyri Javnaðarflokkin.

Ein máti at loysa trupulleikan er at tryggja skipunum atgongd til landsstreym. Í Noreg veitir landið stuðul til kommunurnar fyri íløgur í landsstreym. Hetta er ein loysn, sum kundi verið verd at hugt at. Umráðandi er, at felags reglur verða gjørdar fyri alt landið, so trupulleikin ikki bara verður fluttur úr einari havn í aðra, men endaliga loystur, sigur Djóni Nolsøe Joensen.

Talan er ikki bara um óskaðiligt órógv í gerandisdegnum, tí nógv og jøvn ljóðdálking hevur beinleiðis ávirkan á heilsuna á fólki. Í oktober mánaði í fjør gav altjóða heilsustovnurin, WHO, út umhvørvisleiðreglur fyri Evropa, har víst verður á, at óljóð er ein vandi fyri bæði likamligu og sálarligu heilsuna. Eisini læknafakligir myndugleikar í Føroyum hava gjørt vart við, at tað er neyðugt at taka ljóðdálking í álvara, vísir Djóni Nolsøe Joensen á í viðmerkingunum til fyrispurningin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo