Fávitska er rótin og leggurin til alt ilt
- Platon
Lesarin skrivar

Høvdu løgtingsmenn reypað, og frøðingar frøtt seg um, at fólkatalið fór 25.000 upp og kvoturnar 25 % niður?

At tað føroyska tilverutilfongið broytist, kemur neyvan nøkrum óvart á.

Um fólkatalið gjørdi lop upp, hevði helst verið tikið sum ein fyrimunur í framgongd landsins og kanska størri fyrimunur, um lopið var 50.000.

Heilaspuna-fólkavøkstur kann sigast – men tó, fólk í millónatali eru heimleys í heimsparti okkara og leita eftir onkunstaðni at vera og búgva.

Nú landið leggur stóra orku í at gera Føroyar kendar úti í heimi, kundi hent, at landið verður tilmerkislagt av parti av hesum fólka-millónunum og um bert fyri einum evarska lítlum  parti av hesum fólki. 

Føroyar,  í huga teirra,  vera tað lovaða landið við blíðum politikarum, við tøkum bústaðar peningi og ikki so fjart frá t.d. DK ella SV ­- er tá eitt fólkatalalop berur heilaspuní ?

Havstreymar, við sínum kulda og hita, hava sína gongd, sjálvt um fólk sita á fundi og eykafundi.
 
Jógvan K. Mørkøre
Eiði

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo