Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Lesarin skrivar

Tað hevur ikki verið stílurin hjá Tórshavnar kommunu at lata seg trýna av hinum kommununum. Havnin er nú eina ferð so stór, at hon er næstan helmingurin av Føroyum í fólkatali. Tað má síggjast aftur í teirri umboðan, sum Havnin hevur í ikki minst Kommunufelagnum.

Tað kann í ávísum førum tykjast óheppið, at atkvøðureglurnar í kommunala áhugafelagnum eru soleiðis, at ein stór kommuna kann klára seg við stuðli frá bert einari kommunu aftrat fyri at fáa týðandi mál ígjøgnum.

Men tað skerst ikki burtur, at hinar 28 kommunurnar  eru minni enn helvtin av Kommunufelagnum eftir fólkatali. Ræður bara vanligur meiriluti, so er tað væl í lagi, at tann størra helvtin vinnur. 

Hin spurningurin í hesum kjakinum er meira tricky, tí tað er ikki í lagi, at tveir løgtingsmenn einsamallir kunnu stýra í Kommunufelagnum. Men tað kann meir enn so henda.

Borgarstjórin í Havn, sum er formaður í Kommunufelagnum, er eisini løgtingsmaður, og ein, sum hann starvast væl saman við í Kommunufelagnum, er borgarstjórin á Tvøroyri, sum somuleiðis situr á løgtingi.

Eitt tað týdningarmesta arbeiðið hjá Kommunufelagnum er at ummæla tey uppskot, sum landsstýrið leggur fyri løgtingið og annars at arbeiða fyri áhugamálum limanna. Sum støðan nú er í Kommunufelagnum, kann tað meir enn so henda, at tveir løgtingsmenn úr samgonguni á tingi einsamallir avgera, hvørja støðu Føroya kommunur hava til mál, sum eru relevant fyri tær allar.

Tá eru vit burtur av allari leið. Tí haldi eg framvegis, at tað er ein óheppin maktsavnan, at politikarar kunna vera bæði  borgarstjórar og løgtingslimir. Og upp aftur verri verður tað, tá slíkir eisini stjórna Kommunufelagnum, sum eigur at vera eitt breitt umboð fyri kommunufólk og ikki eitt forum, har nakrir einstakir borgarstjórar sæta sær og sínum sjónarmiðum sum løgtingsmenn.

Hetta mann fara at ganga upp fyri løgtingi og landsstýri nakað skjótt, so ruddað verður upp í tí óskilinum.

Hvussu kommunurnar finna út av at skipa seg innanhýsis í sínum egna felag, er ein annar dystur, sum tær mugu taka sjálvar. Men tað hevur, sum nevnt, ikki verið stílurin hjá Havnini at lata seg trýna. Og spurningurin er helst, hvør nytta verður í einum felag, sum ikki virðir sínar egnu stovningarreglur.

Jógvan Arge varaborgarstjóri í Havn

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo