Tað er hættisligt at hava rætt, tá hitt almenna er á skeivari leið
- Voltaire
Onnur tíðindi

Danska uttanríkisráðið hevur váttað, at minst tríggir danir eru deyðir í yvirgangsatsóknini á Sri Lanka í dag.

Danski forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, hevur hildið páskafrí í Føroyum, men hann er í dag farin aftur til Danmarkar, har hann hevur fylgt við í tí sum er fyrifarist, og hvørjar avleiðingar tað hevur havt fyri danir í Sri Lanka.

Tilsamans 8 spreingingar vóru í morgun í kirkjum og gistingarhúsum í høvuðsstaðnum Colombo og býunum Dehiwela og Negombo sum liggja nær høvuðsstaðnum. Minst 207 fólk hava latið lív og minst 450 eru særd, skriva altjóða miðlar. Av teimum deyðu eru minst 35 útlendingar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo