Um vit brúka lívið rætt, er tað nóg langt
- Seneca
Bøkur

Lars Løkke Rasmussen gevur í dag púra óvæntað út bók, sum høvundurin Kirsten Jacobsen hevur skrivað eftir samrøðum, hon hevur havt við danska forsætisráðharran í tilsamans 22 tímar frá 25. mars til 14. apríl.

Bókin kemur  út tríggjar vikur áðrenn fólkatingsvalið, og tí er tað kanska sjálvsagt, at hon í stóran mun snýr seg um tankarnar hjá Løkke viðvíkjandi kósini hjá Danmark eftir valið.

Kápan hevur litirnar reytt og blátt blandaðar - litirnir sum vanliga verða settir í samand við siðbundna danska blokkpolitikkin. Og fleiri hava heft seg við, at hann í seinastuni hevur víst møguleikanum fyri eini samgongu ímillum Vinstra og Javnaðarflokkin áhuga.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo