Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Onnur tíðindi

Fyrrverandi danski forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, og føroyska kona hansara Sólrun Rasmussen hava stovnað felagið Sollar Holding Aps sum tey bæði eiga hvør sína helvt av, og sum hevur til endamáls at gera íløgur.

Tað skrivar B.T.

Hetta felagið hevur síðani aftur stovnað felagið Sollar Aps, sum hevur til endamáls at skipa fyri ymsum tiltøkum, og tað kann millum annað hava samband við at parið fer at skipa fyri einum túri til Føroya í oktober, har Lars Løkke Rasmussen eisini skal vera við, og fer at greiða frá síni "passión" fyri Føroyum.

Umframt at skipa fyri ferðum til Føroya, sum er ein gamal dreymur hjá Sólrun, skal nýstovnaða felagið eisini skipa fyri eini rundferð í Danmark har Lars Løkke og Kirsten Jacobsen, sum herfyri skrivaði bókina "Befrielsens øjeblik" fyri Lars Løkke, fara at halda fyrilestrar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo