Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

1. maidagshald  er á Vaglinum, røðarin er ein lítil eldri kona undir hatti, orðini bólta úr henni, hon talar beint frá hjartanum uttan handrit.

Vit eru afturi í 70 árunum, hetta  er tíðin, tá ið maður og kona ikki fingu somu løn fyri sama arbeiði, hetta er tíðin við ongari  arbeiðsloysistrygging, ongum dagpeningi, fáum døgum til barsilsfarloyvi, mismuni  og nógv færri limum í Starvsmannafelagnum. Konan á røðarastólinum hevur nógv at stríðast fyri, talan eru um hugsjónarfólkið, skaldið, samfelagskrittikaran, men fyrst av øllum fakfelagskvinnuna, Andreu Árting.

Andrea var fødd uttan fyri hjúnalag í 1891. Hon var tað, sum tey so niðrandi nevndu leysingabarn. 17 ára gomul fekk hon tuberklar og endaði á sanatoriinum, men tað sló hana ikki út. Eftir tað arbeiddi hon í fiski, handli, lærdi bókhald og var arbeiðskona í Keypmannahavn í fleiri ár, giftist og fekk fýra børn.

Í 1937 varð Andrea vald til forkvinnu í Havnar Arbeiðskvinnufelag, ein postur, sum kundi seta hana á svartalista hjá arbeiðsgevarunum. Men tað legði hon vertin á, hon tordi og var ikki bangin fyri at siga tað, hon helt, alment. Hon var rætti persónurin, og tað vitna tey fjøruti árini um, hon røkti sessin.

Eitt av hjartamálum hennara var, at konufólk og mannfólk skuldu fáa somu løn fyri sama arbeiði, og hetta eydnaðist henni at fáa ígjøgnum, áðrenn hon legði frá sær  í 1977. Fýra ár seinni, 1. mei 1981, fingu kvinnur og menn líka løn fyri sama arbeiði. Andrea Árting var tað, ið tey nevndu konubrot, men sum vit í dag vildu kallað eitt óvanliga rakst og treikst fólk!!

Hyggja vit at støðuni í dagsins samfelag, so er greitt, at javnstøða á arbeiðsmarknaðinum ikki er komin endaliga uppá pláss enn. Tað er týðiligur lønarmunur millum menn og konur, kvinnurnar eru  sum bólkur við skerdan lut og fáa nógv minni í sín part av samlaðu lønarútgjaldingunum: Býtið er 60% - 40% til fyrimuns fyri menninar.

Verður hugt eftir, so er ein av orsøkunum, at fleiri av sonevndu kvinnustørvunum ofta eru partíðarstørv, mest hálv- og trífjórðingstíð. Hesi størv eru fyri tað mesta innan tað almenna, t.e. land og kommunur.

Ein kanning, sum felagið fer at kunngera í næstum, váttar, at eisini í Starvsmannafelagnum arbeiða nógvar kvinnur niðursetta tíð. Lønarójavnin fylgir við inn í eftirlønarárini, har kvinnurnar frammanundan standa veikar.

Hjá Starvsmannafelaginum fáa øll 15%, men við minni løn er sjálvandi minni í eftirløn. Annað mál er skipanin við barnaburðarfarloyvinum, sum ger kvinnuna veikari á arbeiðsmarknaðinum. Tað, sum at síggja til er kvinnunum til fyrimunar, er í  royndini ein ófyrimunur sæð frameftir, tí kvinnurnar standa veikari.

Givið er, at tað er tann, sum er mest burtur frá arbeiðsmarknaðinum, sum stendur veikast í kappingini um tey bestu størvini. Neyðugt er at hava fullkomnan javna á hesum øki eisini fyri at uppnáa fulla javnstøðu. ­

Eitt stig at koma nevndu ójavnum til lívs er at uppstiga lønirnar í størvum, sum kvinnur fyri tað mesta røkja, við lóg at býta barnsburðarfarloyvi javnt millum mammu og pápa. Harafturat eigur javnsstøðulógin at vera púra greið og áseta javnt býti millum menn og kvinnur í almennum nevndum, almennum og privatum partafeløgum, landsstýri o.s.fr.

7. mars 2017 legði Sonja Jógvansdóttir   uppskot á ting  um at banna mismuni og at tryggja javnviðgerð á arbeiðsmarknaðinum. Hetta uppskotið er eitt framhald av tí stríði fakfelagsrørslan hevur ført.

Endamálið  er at tryggja,  at beinleiðis ella óbeinleiðis mismunur ikki verður gjørdur millum lønmóttakarar, og at serlig atlit skulu  takast í til barnsburð og familjustøðu annars. Eingin løntakari skal viðfarast verri enn ein annar.

Eitt uppskot, sum eftir mínum tykki, átti at fingið breiða undirtøku, og sum fer at hjálpa til at vit fáa rættvísari  kor á arbeiðsmarknaðinum kemur tað ígjøgnum.

Vit treiska andanum hjá Andrea Árting í lastini fara vit at náa málinum.

Jóngerð Simonsen, nevndarlimur í Starvsmannafelagnum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo