Ja og nei eru tvey lítil orð. Men aftanfyri tey liggja oftani stórar avgerðir
- Mette Fritzbøger
Vinna

Kaðalbrekið hjá NET í Tórshavn ávirkar tænasturnar hjá føroysku peningastovnunum í dag.

Sjálvtøkur eru óvirknar, og í summum førum eru trupulleikar við at keypa við gjaldskorti á netinum og í handlum.

Av tí at brekið framvegis ikki er rættað, er vandi fyri, at lønarflytingar eisini kunnu verða seinkaðar.

NET arbeiðir við at rætta brekið, og peningastovnarnir kunna síni viðskiftafólk á heimasíðunum, tá ið skipanirnar rigga aftur sum vant.

Felagið Peningastovnar

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo