Eg stríddi meg ikki upp á toppin á føðiketuni fyri at verða vegetarur
- ókendur

VP spyr

NAVN / NR.FO

Vinna

Hagstovan: Lønirnar skipaðar í vinnugreinar vísa, at higartil í ár er meira útgoldið í flestu vinnugreinum, men nakrar vinnugreinar hava afturgongd, millum annað fiskiskapur.

Alivinnan hevur í ár havt eina sera stóra framgongd. Higartil í ár eru útgoldnar 224 milliónir, 45 fleiri enn í fjør, og framgongdin er 25%. Alivinnan er vaksin nógv síðan kreppuna í alivinnuni í 2006, og í níggju av ellivu árum hevur vøksturin verið yvir 10%. Tað er tó framvegis ein sera stórur vøkstur alivinnan hevur í ár, tá hugsað verður um, at virksemið hevur verið stórt í fleiri ár.

Privatu tænastuvinnurnar eru meira hóvligar í vøkstrinum. Einans gistihús- og matstovuvirki hevur eina framgongd yvir 10% í ár, men annars er vøksturin í privatu tænastuvinnunum millum 6 og 10%. Størsta privata tænastuvinnan, handil og umvæling, veksur 6%, meðan vinnuligar tænastur (løgfrøði, grannskoðan, ráðgeving o.l.) saman við fígging og trygging vaksa góð 9%.

Higartil í ár hava hýrurnar verið eitt vet minni enn í fjør, men árini undan hesum var vøksturin sera stórur, so tað er ein minking frá einum høgum toppi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo
tann