Tað er hættisligt at hava rætt, tá hitt almenna er á skeivari leið
- Voltaire
Krutl

Vøkru filmsupptøkurnar eru frá Føroya Regatta í summar, tá regattaflotin stevndi inn á Leirvík. Fleiri bátar vóru við, men serliga eru tað gomlu føroysku træseglskipini, sum seta sín dám á myndirnar av vøkru føroysku náttúruni.

Vodafone hevur staðið fyri filmsupptøkunum í samband við, at fyritøkan stuðlar Felagnum Føroysk Træseglskip við ókeypis breiðbandi í tvey ár umborð á størstu føroysku træseglskipunum.

Á Føroya Regatta, sum var tíðliga í juli, sigldi flotin av Sandi og steðgaði í Tórshavn og síðan í Leirvík. Tiltakið endaði sunnudag við at træseglskipini sigldu til Klaksvíkar, Havnar og Tvøroyri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo