Tað er vandi í hvørjari vælferð
- føroyskt orðatak
Lesarin skrivar

Vit hava samtykt og staðfest, at samkynd hava sama virði sum øll onnur í samfelagnum. Vit hava eisini viðurkent, at fólk ikki eiga at vera fyri mismuni vegna kynsliga orientering. Og hyggja vit út gjøgnum vindeygað, kunnu vit staðfesta, at samkynt parlag er ein partur av veruleikanum í okkara samfelag í dag. Hetta eiga lógir okkara at endurspegla, tí lógir okkara skulu verja okkum øll. Um lógir okkara ikki fevna um ávísar bólkar í samfelagnum, so fella hesi uttanfyri lógina.

Eitt av aðalmálunum hjá Amnesty International er at stríðast ímóti mismuni, og felagsskapurin vil tí nýta høvi at minna á, at Føroyar sambært ST sáttmálanum um borgarlig og politsik rættindi (ICCPR) hava bundið seg til at liva upp til grein 26 um, at “Øll eru jøvn fyri lógunum og hava rætt til somu lógarvernd, uttan at nakar mismunur verður gjørdur. Lógin skal tí banna øllum mismuni og tryggja øllum javna og munagóða vernd fyri mismuni av øllum slagi, so sum ættarslag, uppruna, ognir, burð ella aðra støðu.” Somu rættindi eru ásett í Evropeiska Mannarættindasáttmálanum, sum Føroya Løgting eisini hevur bundið seg til. Og í tí seinastu eftirmetingini av mannarættindastøðuni í Føroyum í januar 2016 fingu vit at vita, at vit hava skyldu at javnseta allar borgarar, tá um borgarlig rættindini ræður.

Í løtuni fáa samkynd pør, sum hava valt at liva saman, ikki somu borgarligu rættindi og skyldur sum hinskynd á annan hátt enn um hjúnabandslógina ella aðra sambæriliga lóg. Talan er um grundleggjandi rættindi og skyldur við atliti at eitt nú uppihaldi, arvi og skatti, og vilja vit tryggja full javnrættindi, er upplagt at broyta hjúnabandslógina. Tí heitir Amnesty á Føroya Løgting um at bera so í bandi, at hjúnabandslógin verður broytt, so at hon eisini fevnir um hjúnaband millum tvey av sama kyni. Hesum arbeiðir Amnesty fyri um allan heim, hetta er í trá við altjóða mannarættindi, og hetta tekur ikki frælsi ella rættindi frá nøkrum.

Amnesty heldur, at øll lond eiga at gevast við at gera mismun í lógum um hjúnaband. Allar familjur skulu hava somu lógarverju. Hetta skal prógva, at vit ikki bara rúma okkara ymiskleikum, men eisini lóggeva samsvarandi okkara felags menniskjaligheit og virði heldur enn okkara ymiskleika.

“Vit eru øll fødd fræls og javnlík. Vit hava øll okkara egnu hugsjónir og hugsanir. Vit áttu øll at verið viðfarin á sama hátt.“

Soleiðis byrjar Heimsyvirlýsingin um mannarættindi frá 1948, og uppgávan hjá okkum – ættarlið um ættarlið – er at endurskapa endamálið við hesum orðum, so tey hóska til skiftandi tíðir.

Amnesty International Føroya Deild

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo