Tú hevur meira tol við bilføraranum aftanfyri enn tí frammanfyri
- Bill McGlashen
Útlendis ítróttur

Enski miðilin Liverpool Echo skrivar, at Liverpool-stjørnan Roberto Firmino er skuldsettur fyri at koyra ávirkaður.

Brasilianarin var steðgaður í sentrum í býnum um morgunin tann 24. desember.

Sambært VG skal Firmino møta í rættinum 31. januar, sama dag sum Liverpool tekur ímóti Chelsea til toppdyst á Anfield.

Ein talsmaður fyri Liverpool FC sigur, at felagið hevur onga viðmerking nú til málið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo