Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Útlendis ítróttur

Undir eitt døgn eftir at hava vunnið FA-cuppin við Manchester United er mangt sum bendir á at Louis van Gaal nú er liðugur sum Manchester United-venjari.

- Nei, eg havi ikki meira at siga. Tað er slutt, var alt van Gaal svaraði, tá ið SkySports' journalisturin hitti venjaran hjá United uttan fyri hotellið, har MU hevur hildið til.

Journalisturin tosaði um ein sjónliga merktan venjara, skrivar norska Nettavisen.

Eisini BBC journalisturin, Simon Stone, sum í gjár boðaði frá, at José Mourinho yvirtekur eftir van Gaal, var til staðar.

- Louis van Gaal er farin av Manchester United hotellinum. Hann ynskti ikki at tosa, skrivar hann á síni Twitter-konto í dag.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo