Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Onnur tíðindi

Starvsnevndin í Ráðnum fyri Ferðslutrygd hevur sett Lovisu Petersen Glerfoss í starvið sum stjóri fyri Ferðslutrygd eftir at Brynhild Høgnadóttir herfyri segði starvið frá sær og tók við aðrari avbjóðing.

Lovisa Petersen Glerfoss er 40 ára gomul og útbúgvin sum diplomverkfrøðingur í byggitøkni og hevur drúgvar royndir í ferðslutrygdararbeiði. Hon hevur síðani 2004 havt um hendi ferðsluráðgeving og -planlegging, átøk og netverksarbeiði innan ferðslutrygd.

Lovisa Petersen Glerfoss hevur starvast sum málsviðgeri í Tórshavnar kommunu við millum øðrum ferðsluplanlegging og var í starvi hjá Gripskov kommunu, sum ferðslutrygdarráðgevi og verkætlanarleiðari í samstarvi við politiið, Vejdirektoriatið og Sikker Trafik millum annað við at betra um tryggleikan av vegateinum fyri skúlabørn.

Í hesi tíðini tók hon prógv sum ferðslugrannskoðari og atkomuleikagrannskoðari.

Síðani 2014 hevur hon verið Tekniskur leiðari í Vága kommunu, har hon millum annað hevur virkað fyri eini ferðslutrygdarætlan fyri kommununa.

Lovisa Petersen Glerfoss er limur í byggi- og býarskipanarnevnd landsins umframt at hon umboðar kommununa í Nordisk Vejteknisk Forum.  

Lovisa Petersen Glerfoss byrjar í starvinum sum stjóri í Ráðnum fyri Ferðslutrygd hin 1. desember 2018.  

Starvsnevndin í Ráðnum fyri Ferðslutrygd fegnast um, at hava fingið nýggjan stjóra at standa á odda fyri arbeiðnum hjá Ferðslutrygd við hugburðsbroyting, upplýsing og menning av tilvitanini um eina trygga ferðslu bygd á null-hugsjónina, at eingin skal doyggja ella fáa álvarsligt mein í ferðsluni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo