Tú keypir ikki eini hús, men tú keypir grannar
- Turkiskt orðatak
Lesarin skrivar

Nú 70 ár eru farin síðan fólkaatkvøðan var hildin í 1946, hava mong spurt hvat ið tá hendi.

Heilt stutt kann sigast, at løgtingið 10. mai 1946 samtykti at hava fólkaatkvøðu um oyggjanna framtíðar ríkisrættarstøðu. Á atkvøðuseðlinum skuldu tveir spurningar standa:

I. Ynskja tygum danska stjórnaruppskotið sett í gildi?

II. Ynskja tygum loysing Danmarkar og Føroya millum?

Løgtingið samtykti eisini hesa reglu fyri atkvøðugreiðsluni:

“ Atkvøðugreiðslan fer fram á tann hátt, at hann, ið atkvøður fyri einum punkti, setir kross við hetta. Atkvøðuseðilin er ógildigur, tá ið ikki við vissu kann vera avgjørt, hvat punkt veljarin hevur vilja givið sína atkvøðu, ella tá ið er skrivað annað á atkvøðuseðilin enn ein krossur”.

Av 23 tingmonnum samtyktu 12 fólkaatkvøðuna við hesi orðing. Teir vóru: sambandsmenninir O. F. Joensen, Andras Samuelsen, Johan M. Fr. Poulsen, Hans Iversen, Trygve Samuelsen, Kristian Djurhuus, og javnaðarmenninir Jacob Edvard Jacobsen, J. Fr. Øregaard, Jákup í Jákupsstovu, Johan Petur Davidsen, Petur Mohr Dam og William Smith.

Tann 19. juni sendi landsnevndin øllum veljarum tilboð stjórnarinnar og hvat ið skuldi til fyri at atkvøðuseðilin skuldi vera gildigur.

Úrslitið var, at loysing fekk 51% av atkvøðunum og stjórnaruppskotið 49%.

Talið av veljarum var 17.216. Fyri loysing vóru 5660, fyri stjórnaruppskotinum vóru 5499. Atkvøðurnar vóru tí tilsamans 11.159, sum er 65% av veljarafjøldini.

Talið av blonkum og ógildigum atkvøðum var 481 ella 3%, og sum stóð í løgtingssamtyktini kundu hesir atkvøðuseðlar ikki verða taldir við. 5.576 veljarar, 32%, vóru ikki á vali.

Eingin áseting var um, hvussu stór valluttøkan skuldi vera fyri at úrslitið skuldi vera nýtiligt.

Til samberingar kunnu vit nevna, at í 1953 varð í Danmørk ásett, at tá teir hava fólkaatkvøðu um t.d. ES-mál, fellur uppkotið um so er, at tað er meiriluti ímóti tí, og hesin meiriluti er minst 30% av øllum veljarunum.

Her var eitt stjórnaruppskot lagt fyri veljararnar, og siga vit, at tey sum atkvøddu fyri loysing, í veruleikanum atkvøddu nei fyri stjórnaruppskotinum, so kunnu vit siga, at stjórnaruppskotið fall eftir hesum donsku reglum.

Tað var meiriluti ímóti tí, og hesin meiriluti var meir enn 30% av øllum veljarunum, nevnliga 33%.

Zakarias Wang

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo