Vit kunnu kanska ikki broyta heimin her og nú. Men vit kunnu øll byrja at arbeiða við málinum í dag
- Mark Zuckerberg
Onnur tíðindi

Vitanin um búskarliga bundinskapin til Danmark ávirkar støðuna hjá fólki viðvíkjandi spurninginum um sjálvstýri.

Tað vísur ein nýggj kanning sum byggir á samrøður við fleiri enn 600 borgarar úr 13 ymiskum býum og bygdum í Grønlandi, skrivar Sermitsiaq.

– Tá ið givin er eitt sindur av kunning, áðrenn svarað verður um, hvussu veljarin fer at atkvøða á eini fólkaatkvøðu um sjálvstýri, so er tað eitt fleirital fyri sjálvstýrinum.

- Er tað hinvegin givin kunning um tann búskaparliga bundinskapin til Danmark, so er tað eitt fleirital, sum atkvøður ímóti sjálvstýri.

- Við øðrum orðum, so fær kunning um búskap fleiri til at atkvøða ímóti sjálvstýri, sigur ph.d.-lesandi Gustav Agneman frá Økonomisk Institut á universitetinum í Keypmannahavn.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo