Eg má stýra klokkuni, so hon ikki stýrir mær
- Golda Meir
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Tað er gleðiligt at hoyra stjóran Eyðfríð Jakobsen í Heilsu og umsorganartænastuni í Degi og Viku siga frá, at starvsfólk hava møguleika at arbeiða fulla tíð. Men samstundis er tað ørkymlandi at hoyra starvsfólk úttala seg, at tað er ov tungt at starvast fulla tíð.

At tað er ov tungt at arbeiða fulla tíð má gerast nakað við. Ein stór avbjóðing er, at man hevur stytt vaktir soleiðis, at fólk mugu fleiri dagar til arbeiðis, men fáa færri tímar, tí vaktirnar eru styttar. Her er tað ov vánalig planlegging av arbeiðinum ið ger, at fólk fáa verri umstøður at arbeiða undir. Um vaktirnar eru 8 tímar, ið sáttmálin eisini leggur upp til, høvdu fólk fingið sínar tímar dekkaðar inn við at arbeiða 5 dagar og ikki sum nú upp í sjey dagar.

Hetta er ein avbjóðing, ið uttan trupulleikar kann loysast, og tí haldi eg at vit skulu taka Eyðfríð Jacobsen, stjóra uppá orðið, og seta okkum saman at finna eina loysn.

Er arbeiðsbyrðan ov tung, er tað eisini nakað, ið leiðslan fyri eldraøkið má inn at hyggja uppá. Tað kann ikki passa, at vit í 2017, hava arbeiðspláss, og enntá  innan umsorganarøkið, ið er so krevjandi, at fólk ikki kunnu arbeiða fulla tíð. Hvør tekur útbúgving og fær sær eitt arbeiði, ið ein ikki kann liva av.

Her eru avgjørt longu nú nakrar loysnir, um nakað munagott verður gjørt beinanvegin. Eitt kundi verið, at arbeiðsvikan varð stytt niður í 35 tímar um vikuna. Eitt annað er, at tá sjúka er á einum arbeiðsplássi, at avloysari verður tikin inn beinanvegin og ikki sum nú, at ongin kemur at avloysa fyrsta sjúkradag.

At enda kann eg siga, at vit koma langt ávegis við at starvsfólk verða sett at arbeiða fulla tíð og at vaktirnar koma uppaftur á 8 tímar um dagin.

Mítt ynski er, at vit taka veruligu avbjóðingarnar upp og ikki skylda uppá alt møguligt annað, enn tað, ið er avbjóðingin.

Mary Antonsdóttir, forkvinna

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo