Tann av tykkum, sum er uttan synd, hann kasti fyrsta steinin...
- Jesus úr Nasareth
Politikkur

Tjóðveldi vil vera við, at vit ongantíð áður hava verið nærri loysingini.

Slagorðini hesaferð eru “Um ikki nú, so nær” og “Um ikki vit, so hvør”.

Propagandamaskinan og signalpolitikkurin hjá Tjóveldi hevur altíð smurt væl.

Tjóðveldi hevur eisini boðað frá, at flokkurin ætlar sær á Fólkating at reka loysingarpolitikk.

Eg veit ikki hvat Høgni og Magni ætla við hesum.

Kanska at irritera danir so mikið nógv, at vit verða tveitt úr ríkinum.

Veruleikin er, at vit ongantíð áður hava verið longri burtur frá loysingini enn júst nú.

Donsku ríkisveitingarnar til Føroya (blokkstuðul, útreiðslur til løgreglu, dómsvald v.m) eru øktar undir hesum valskeiðnum.

Danski staturin rindar eitt ískoyti til føroyska búskapin uppá umleið 1,2 mia. kr. árliga.

Hetta svarar til samlaðu árligu útreiðslurnar til heilsuverkið.

Danska tilskotið er vaksið í hesi samgonguni.

Um donsku inntøkurnar vóru tiknar burtur úr fíggjarlógini, vildi landskassin havt eitt hall uppá einar 700 mill. kr. enntá í bestu tíðum.

Loysing hevur sum avgerandi fortreyt, at Føroyar føra fíggjarliga forsvarligan búskaparpolitikk.

Ein loysing kann ikki fremjast á ótryggum fíggjarligum grundarlagi, soleiðis at vælferðarsamfelagið kemur í vanda.

Verandi samgonga hevur ført ein púra óforsvarligan fíggjarpolitikk.

Útreiðslurnar eru í valskeiðnum øktar við 250 mio. kr. um árið, ella eina heila milliard senastu 4 árini.

Tað kostar í dag góðar 16 mill. kr. um dagin at reka landskassan.

Innast inni veit Tjóðveldi hetta.

So eftir valið fer Tjóðveldi at gera júst líka lítið fyri loysingina, sum flokkurin hevur gjørt hetta valskeiði.

Verandi tjak við innantómum slagorðum og ongum substansi má steðga.

Fólkaflokkurin eigur at nýta fólkatingssessin til at kanna, um tað ikki finst ein vegur at koma burtur úr hesum ótolandi stríði millum sjálvstýri og samband.

Endaliga avgerðin verður sjálvandi tikin í Føroyum, men ein virðilig rødd á Fólkatingi kann medvirka til, at fáa eina slíka tilgongd setta í verk.

Vit eiga at kanna um tað finst ein millumvegur. Ein vegur, har vit kundu gjørt eina avtalu við danir um, at Føroyar gerast eitt sjálvstøðugt land, samstundis sum vit framhaldandi verða innanfyri kongsfelagsskapin.

Hetta hevði givið okkum altjóða viðurkenning, og Føroyar høvdu kunna fingið limaskap í ST. Vit høvdu kunnað fingið limaskap í eitt nú Norðurlandaráðnum og aljóðsa olympisku nevndini IOC. 

Við hesum limaskapi høvdu til dømis okkara ítróttarfólk fingið møguleikan at gingið inn á Olympiska Stadion undir okkara merki.

Hesin møguleiki krevur drúgvar kanningar og hetta krevur eisini, at vit hava góð viðfurskifti við Danmark.

Tí hevur tað stóran týdning, at Fólkaflokkurin verður valdur inn á Fólkating.

Latum okkum finna loysnir heldur enn at grava skotgrøvir.

Christian Andreasen,
valevni hjá Fólkaflokkinum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo