Um tú ert ein av teimum sum heldur, at pengar ikki eru eydnan, so kann eg vissa teg um, at tær hevði dámað fátækradømi enn minni
- ókendur
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

Fyrsta flagið er nú loyst fyri stóru privatu útstykkingini við Villingardalsvegin. Fyrrapartin setti borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Annika Olsen, hakan í til eina útstykkingarætlan við 35 grundøkjum.

Útstykkingin liggur beint við Villingardalsvegin og nær ringvegnum. Talan er um millum størstu privatu útstykkingarnar í Tórshavnar kommunu seinastu mongu árini.

- Seinastu vikurnar hava vit sæð, at nógvar leiguíbúðir eru á veg, vit hava sæð nógvar eigaraíbúðir, sum eru ávegis, og nú havi eg tað gleði at seta ferð á hesa stóru privatu útstykkingina. Hetta er tiltrongt, nú høvuðsstaðurin veksur so skjótt, og áhugin fyri at ogna sær eini sethús er stórur.

- Verkætlanin munar veruliga og kemur væl við hjá nógvum, sum vilja búgva í egnum húsum. Og tað vilja nógv, segði Annika Olsen, borgarstjóri, áðrenn hon setti hakan í svørðin á trøðni við Villingardalsvegin.

Sí fleiri myndir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo