Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Útlendis ítróttur

Tíanbetur er tað nú so, at tað ikki longur loysir seg hjá feløgum, ella rættari sagt áskoðarunum hjá teimum, at vera rasistiskir, tá fótbóltsdystir eru.

Ímillum tey, sum mugu sanna hetta, er italska stórfelagið Inter Milan, sum nú hevur fingið ta revsing, at felagið skal spæla teir báðar næstu heimadystirnar í Seriu A uttan áskoðarar.

Hetta hendir, eftir at áskoðararnir hjá liðnum gjørdu apuljóð eftir Napoli verjuleikaranum Kalidou Koulibaly, skriva fleiri altjóða miðlar, harímillum TV2.

Inter og Napoli spældu dyst í Seriu A farna mikudag, og var tað tá, at tilburðurin fór fram.

 

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo