Alf Larsen
- Ikki er neyðugt at súpa meira enn eina skeið av suppuni fyri at vita um hon er góð
Onnur tíðindi

Tvungin viðgerðarhjálp skal avloysa bøtur og fongsulsrevsing fyri at hava narkotika til egið brúk.

Tað stendur millum annað í einum uppskoti frá danska flokkinum Alternativið, sum vil broyta núverandi lóggávu um euforiserandi stoffir.

Við uppskotinum heldur Alternativið framhaldandi, at tað skal vera ólógligt at smugla, selja og liggja inni við narkotika, sum ikki er til egið brúk.

Uppskotið er inspirerað av Portugal, sum í 2001 fór undir tvungna viðgerð fyri at basa vaksandi narkotikatrupulleikanum í landinum. Eftir 20 ára royndir við harðari revsing, var avgjørt at avkriminalisera at hava narkotika til egið brúk.

Síðani er talið av heroinmisbrúkarum fallið úr 100.000 til 25.000. Samtíðis er eisini talið av teimum sum eru deyð av narkotika fallið munandi, vísa tøl frá EMCDDA, skrivar danska TV 2.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo