Eg havi lært hesa mótsøgn, at um tú elskar, til tú fært ilt, so hvørvur pínan, og kærleikin verður eftir
- Móðir Teresa
Innlendis ítróttur

Brasilski verjuleikarin David Luiz skiftir púra óvæntað frá einum London felag til eitt annað.

Fyrr í dag - á sjálvum Deadline Day - gjørdist greitt, at Luiz verður at síggja í Arsenal búnanum komandi kappingarár.

Hann hevur sambært Daily Mail skrivað undir ein 2-ára sáttmála við The Gunners.

Chelsea fær 7 milliónir pund fyri 32 ára gamla miðverjan, sum vendi aftur til Vestur London í 2016 eftir at hava umboðað Paris Saint-Germain í tvey ár - frá 2014 til 2016. Frammanundan hesum leikti Luiz í Chelsea í hálvtfjórða ár - frá januar 2011 til mai 2014.

Luiz hevur tilsamans spælt 248 dystir og skotið 18 mál fyri Chelsea.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo