Tá fólk sleppa trúnni á Gud, trúgva tey ikki á onki, tey trúgva á hvat sum helst
- G. K. Chesterton
Útlendis ítróttur

Luka Modric, sum leikar við Real Madrid og liðskipari á kroatiska landsliðnum, er í kvøld kosin heimsins besti leikari 2018.

Undir HM í Russlandi var hann eisini kosin besti leikari undir HM.

Ársins mál: Mohammed Salah móti Everton (desember 2017).

Ársins venjari, manslið: Didier Deschamps (Frakland).

Ársins málverji: Thibaut Courtois (Belgia og Chelsea/Real Madrid).

Ársins venjari, kvinnulið: Reynald Pedros (Lyon).

Ársins lið: David de Gea (Manchester United/Spania), Dani Alves (Barcelona/Brasil), Marcelo (Real Madrid/Brasil), Sergio Ramos (Real Madrid/Spania), Raphael Varane (Real Madrid/Frankrike), Eden Hazard (Chelsea/Belgia), N’Golo Kante (Chelsea/Frankrike), Luka Modric (Real Madrid/Kroatia), Cristiano Ronaldo (Real Madrid/Portugal), Kylian Mbappe (PSG/Frankrike), Lionel Messi (Barcelona/Argentina).

Ársins kvinnuligi leikari: Marta (Orlando Pride/Brasil).

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo