At vera føðilandsvinur er millum annað at royna at gjalda rokningar sínar rættstundis
- úr Børkuvísum
Innlendis ítróttur

Manchester United hevur selt Romelu Lukaku til italska felagið Inter Milan fyri 74 milliónir pund.

Hetta skrivar BBC í dag.

Lukaku kom til United frá Everton fyri bert tveimum árum síðan fyri 76 milliónir pund, og megnaði hann at skjóta 42 mál í 96 dystum fyri Reyðu Djevlarnar.

Eftir øllum at døma hóskaði belgiski framherjin ikki inn í nýggja spælistílin, sum United managarin Ole Gunnar Solskjær hevur lagt fyri dagin, og varð hann tí seldur, nú beint áðrenn summar transfervindeygað læt aftur seinnapartin í dag.

United hevur ongan avloysara keypt fyri Lukaku.

Lukaku, sum kemur at forvinna 150.000 pund um vikuna í Italia, er triðdýrasti leikari nakrantíð í Seriu A eftir Cristiano Ronaldo (£99.2m) og Gonzalo Higuain (£75.3m).

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo