Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Útlendis ítróttur

Eingin leikari hevur økt sítt virði meira enn Manchester United-framherjin Romelu Lukaku síðani í summar, sambært eini nýggjari kanning, skrivar VG.

Tað er altjóða CIES sum hevur almannakunngjørt nýggju kanningina viðvíkjandi hvørjir leikarar í Onglandi, Spania, Týsklandi, Italia og Fraklandi sum hava fingið mest virði síðani 1. juli.

Romelu Lukaku, sum hevur skorað 11 mál í sínum fyrstu 10 dystum, er sambært CIES farin úr 102,7 upp í 158,5 milliónir evrur.

Hetta gevur eina øking á heilar 55,8 milliónir evrur.

Manchester United keypti Lukaku fyri 85 milliónir evrur.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo