Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Útlendis ítróttur

Undir leiðsluni hjá Ole Gunnar Solskjær hevur belgiski álopsleikarin skorað trý mál í trimum dystum, og Lukaku hevur sett orð á broytingina.

– Solskjær veit eftir øllum at døma hvat slag av álopsleikara eg eri, og longu frá fyrsta degi eg var aftur, gjørdi hann eina fullkomna analýsu av mínum spæli, sigur Lukaku við Mirror.

– Eg gjørdist sera bilsin. Hann hevur hjálpt mær og eg síggi fram til at arbeiða saman við honum, leggur hann afturat.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo