Vilt tú tryggja friðin, ver so brynjaður til kríggj
- George Washington
Andaktir

Óttin fyri fylgjunum er órógvandi. Mistøkini níva, hóast tey ikki altíð vóru tilætlað. Tað er so skjótt at traðka við síðuna av. Sjálvt hin besti kann gera mistøk, og fáur kemur snikkaleysur gjøgnum lívið.

Við atliti at tí tímiliga er líkleikin stórur og munurin lítil millum trúgvandi og tey, ið frásiga sær trúnna. Vit liva øll nøkulunda eins, og frábrigdini eru ikki altíð stýrd av átrúnaðarligum ávum.

Flest øll ynskja fitt av peningi og sosialari vælveru. Onkuntíð er tráanin eftir tí jarðliga so stór, at vit ikki fóta okkum høviskliga og rímiliga. Vit leggja inn undir okkum, sum um vit væntaðu at njóta ágóðan av tí tímiliga allar ævir. Hóast tað veit hvørt mansbarn, at góðsið verður standandi eftir á gravarbakkanum.

Tað er merkisvert, tí kristnin fær í orðum Jesu ta leiðreglu, at vit fyrst av øllum skulu søkja Guðs ríki. Kend er máliskan, at har sum hjarta títt er, man gripur tín vera. Vit eiga at geva heldur enn at krevja. Vit eiga at hugsa um onnur og ikki einans okkum sjálv.

Í tí tímiliga er tað gagnligt at steðga á og rætta mistøk. At biðja um fyrigeving er ein dygd eisini í verðsligum viðurskiftum. At biðja um fyrigeving nýtist ikki at vera átrúnaðarligt. Fyribrigdið er væl kent í øðrum samfeløgum við aðrari mentan.

Kristindómurin áleggur okkum at fyrigeva og vera rík í miskunn. Sum Meistarin, svá lærusveinar hansara.

Sum Frelsarin, svá tey, ið hava tikið ímóti Guds fyrigeving. Tann sosial etiska tilvitanin er gagnlig. Um vit fyrigeva teimum, sum ímóti okkum synda, standa vit væl betur á evsta degi, tá ið dómur heimsins verður hildin.

Tað var dómurin á evsta degi, sum fyri fimm hundrað árum síðan gav munkinum Martini Luther mikla sálarkvøl. Myndin av Guði var myrk og døpur. Hin kravmikli skaparin var ikki sjónligur fyri trúnni í Jesu milda og kærleiksfulla andlitsbrái. Krøvini til rættleika og reinleika píndu næstan Luther til avlívs. Loksins upprann tann sæli dagur, tá ið Jesus opinberaði fyri honum sína fullgjørdu sáttargerð á Golgata krossi sum loysigjald fyri alla synd og øll misbrot.

Fyrigeving syndanna er teimum kristnu einasti vegur fram til sálarfrið og andaliga hvíld. Synd, ið fær loyvi at liggja óuppgjørd, køvir lívsgleðina og darvar góðsku lívsins. Tað er altumráðandi at biðja Guð og menniskju um fyrigeving, tá ið vit hava borið okkum skeivt at. Einki er so vælsignað sum at fáa slætt borð, og tá ið talvan verður vaskað rein.

Fyrigeving syndanna fáa vit í trúnni á Jesus Krist sum Harra og frelsara. Luther royndi at spekja seg sjálvan, revsa og pína sítt egna likam í strembanini eftir einum náðigum Guði. Tó fann hann ikki friðin og gleðina, fyrr enn hann kom til ta sannføring, at Jesu lív, deyði og uppreisn var einasti møguleikin til sálarfrið.

Alt av Guðs náði í Jesusi, ið varð givin heiminum sum loysigjald fyri synd og misgerð manna.

Vit prædika og bera av sannroynd tann vitnisburðin, at frelsarin Jesus ger allar lutir nýggjar. Tíðin í syndaneyð, tá ið sálin er uttan hvílu, er svár, tyngjandi og døpur. Tá at verða møttur av Jesusi, ið vísir naglamerkini í hondunum og eitt kvittað skuldarbræv, – tað er ein ósigandi stór gleði.

Hin dapra myndin av Guði, ið situr búgvin at revsa, fær eitt mildari dæmi. Nakað nýtt vellir inn yvir myndina eins og ein sól, ið er full av náði og sannleika. Guðs náði í Jesusi Kristi møtir okkum, tá ið vit í bønini um fyrigeving syndanna verða leidd av Jesusi til faðirsins hásæti. Hurðin inn í Guðs ríki fer upp, og tað ivasama og syndarliga fær lut í Kristi fullkomileika.

Ein syndafull kvinna møtti Jesusi í heiminum hjá Símuni fariseara. Jesus var komin á gátt og sat til borðs heima hjá Símuni. Kvinnan hoyrdi um vitjanina, kom inn á gólvið og stillaði seg aftan fyri Jesus grátandi. Hon vætti føtur hansara við tárum sínum og turkaði teir við hári sínum. Hon kysti føtur hansara og salvaði teir við smyrslum.

At tilbiðja Jesus, hálova og elska hann. At gráta um sína neyð og finna lívið í Jesusi Kristi. At eiga trúnna og vinna heimsins dýrasta skatt. At liva í trúnni á Jesus er eydnan og hægsta sæla.

Einastaðni sigur danski heimspekingurin Sørin Kirkegaard, at tey, ið hava funnið friðin í Jesusi, eiga tann dýrabærasta skattin, hóast tey missa alt annað. Hann leggur afturat, at uttan trúnna á Jesus, missa vit tað dýrasta av øllum. At fyrigeva og verða fyrigivin er lukkan. Lívið er lættari at liva og fær nakað eyka, har miskunn og fyrigeving eiga innivist. Amen.

Orðið: “Hennara mongu syndir eru henni fyrigivnar, tí at hon elskaði mikið; men tann, sum lítið er fyrigivið, elskar lítið.” (Lukas 7,47).

Jógvan Fríðriksson, biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo