Uttan arbeiði eingin hvíld, uttan stríð eingin sigur
- føroyskt orðatak
Vágatíðindi

Kort, ið vísir aliøkini á Sørvágsfirði og Vesturi á Víkum, A-83 og A-14

Heilsufrøðiliga Starvsstovan: P/F Luna søkti um at endurnýggja loyvið til at ala laks á sjónum á Sørvágsfirði. 

Í fyrradagin var umsóknin játtað og loyvið endurnýggjað.

Loyvið á Sørvágsfirði fevnir um tvey aliøki, har annað liggur á Sørvágsfirði, meðan hitt liggur Vesturi á Víkum.

Endurnýggjaða loyvið er galdandi til desember 2029.

Á slóðini sæst yvirlit yvir øll aliloyvi í Føroyum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo