Satt gestablídni er kunsturin at fáa gestirnar at føla seg, sum vóru teir heima, hóast tú kundi ynskt, at tað var har, teir vóru
- ókendur
Onnur tíðindi

Í gjár var samstarvssáttmáli millum Sjósavnið og Tórshavnar kommunu undirskrivaður. Sáttmálin inniber eina stuðulsavtalu á 450.000 kr., sum Tórshavnar kommuna hevur játtað Sjósavninum til eitt skipanaruppskot fyri einum nýggjum sjósavni á Argjum.

Hetta skal liggja til grund fyri, at Sjósavnið fer undir at skaffa fígging frá grunnum v.m. til at fremja verkætlanina. Eisini bindur kommunan seg til at ráðgeva sjósavninum, umframt at lendið, har sjósavnið stendur, er kommunal ogn.

Sjósavnið hevur frá byrjan havt ætlanir um útbygging. Av ymsum orsøkum metir Sjósavnið, at tørvur er á útbygging, tí verandi hølismøguleikar eru avmarkandi fyri framsýningarnar. Ein trupulleiki er manglandi pláss fyri fleiri kørum, og ein annar trupulleiki er, at ymisk fiskasløg ikki trívast í sama kari. Við útbyggingini ynskir Sjósavnið á Argjum at gera rúm fyri størri djórasløgum s.s. hemara, og til tað krevjast risakør.

“Hetta vildi verið einastandandi í heimshøpi, tí ongastaðni í heiminum ber til at eygleiða hemara í kari”, siga stigtakarnir. Eitt risakar hevði eisini givið rúm fyri bankatoski, risakalva og kópi.

Harafurat hevur Sjósavnið í hyggju at víðka um djórasløgini á savninum. Savnið eigur nevniliga eitt virðismikið savn av útstappaðum fuglum, ið ikki kunnu vísast fram vegna vantandi hølisumstøður. Hevði rúm verið fyri fuglasavninum eisini, kundu framsýningarnar styðja undir frálæru um sjógv og hav, sum Sjósavnið ynskir at gera rúm fyri.

Umframt nýggju framsýningar hevur savnið ætlanir um at innrætta undirvísingarhøli, royndarstovu, fundarhøli, høli til bát, bil og verkstað, skiftirúm við brúsu og stað at skola og turka, køk og kantinu/kafé.

“Við hesum hentleikum ber til reka náttúruskúla og skeiðvirksemi, og harafturat leiga hølini út til ymisk tiltøk. Eisini verður gjørligt at stuðla undir ymisk áhugafeløg, sum eitt nú Froskmannafelagið, Havsvimjarafelagið, Kajakfelagið Fuglafrøðifelagið o.o. Í hesum sambandið kann leggjast afturat, at Fiskaaling ynskir at gera samstarv við Sjósavnið um at skapa umstøður, til at gera ymsar karkanningar”, stendur at lesa um ætlanirnar við savninum.

Nýggja verkætlanin vil ætlandi skapa nakrar heilt nýggjar karmar fyri Sjósavnið, sum byrjaði sítt virksemi í 2007. Sjósavnið hevur øll árini hildið til í Rættargøtu á Argjum, og skal staðsetingin av nýggja sjósavninum varðveitast.

Tórshavnar kommuna og Mentamálaráðið eru høvuðsstuðlar hvat viðvíkur rakstrinum avsjósavninum. Lesið meiri um stuðulsavtaluna í skjalinum niðanfyri.

Samstarvsavtala Sjósavnið

Mynd tikin í sambandi við, at sáttmálin varð undirskrivaður. Á myndini síggjast: Birita Wardum, býararkitektur, Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri, Herleif Hammer, stjóri á Tjóðsavninum, Gunvør Balle, varaborgarstjóri, Mads A. Winther, verkætlanarleiðari hjá Sjósavnium, Annika Olsen, borgarstjóri, Suni Petersen, nevndarformaður fyri Sjósavnið, David Geyti, tøkningur á Sjósavninum, Bjørki Geyti, dagligur leiðari á Sjósavninum, Hans Eli Sivertsen, starvsfólk á Sjósavninum og Sigurð Ó. Vang, mentamálaleiðari

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo