Tú hevur meira tol við bilføraranum aftanfyri enn tí frammanfyri
- Bill McGlashen
Útlendis ítróttur

Lutakastið til HM-endaspælið í Russlandi komandi ár verður á skránni í morgin kl. 15 føroyska tíð. Lutakastið fer fram í Moskva.

Londini, ið hava leikt seg til HM-endaspælið, verða bólkað í fýra "seedingsløg" - pott 1, 2, 3 og 4 - við átta londum í hvørjum.

Í potti 1 verða hesi londini: Russland, Týskland, Brasilia, Portugal, Argentina, Belgia, Pólland og Frakland

Í potti 2 verða hesi londini: Spania, Peru, Sveis, Ongland, Kolumbia, Uruguay, Meksiko og Kroatia

Í potti 3 verða hesi londini: Danmark, Ísland, Kosta Rika, Svøríki, Tunesia, Egyptaland, Senegal og Iran

Í potti 4 verða hesi londini: Serbia, Nigeria, Australia, Japan, Marokko, Panama, Suður Korea og Saudi Arabia.

Les meira um lutakastið her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo