Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Lesarin skrivar

Tveir kendir guðfrøðingar hava í nýggjari tíð nýtt orðini hjá kirkjufaðirinum Augustin: ”Ecclesia semper reformanda est” - teir eru calvinisturin Karl Bart, og rómversk katolikkurin Hans Küng.

Latínsku orðini merkja, leysliga umsett, ”Kirkjan skal støðugt reformerast”. Og hóðast orðini ikki eru Luthersa, so eru tey heilt í samsvarð við huksan hannsara. Reformatiónin, trúbótin er ikki bara ein eingangshending, men reformatiónin eigur at vera ein frammhaldandi gongd.

Várharra visti hvat hann gjørdi, tá hann ikki lat Jesus skriva eitt einasta orð (uttan nakrar krussedullur í sandin), tí tað ber við sær, at kristindómurin er grundaður á eina livandi hending, á ein livandi persón, og ikki bara á deyðar bókstavir.  Og tað merkir uppaftur, at boðskapur Jesusar er støðugt nýggjur, og ein framhaldandi avbjóðing, opin fyri nýggjari tulking.

Eins og jødanir høvdu gjørt tey einføldu tíggju boðini til eitt bratt fjall av stirnaðum lógum og reglugerðum, somuleiðis hevði rómversk katólska kirkjan, eftir Luthersa tykki, gjørt einføldu læru Jesusar til eina mannagjørda byrging millum Guð og menniskju.

Stundum hava eftirfylgjarar Luthers eisini verið meira lutherskir enn Luther sjálvur – so lutherskir, at sjálvt Paulus og Móses, og enntá Jesus sjálvur nærmast komu í aðru røð. Úrslitið sýntinst mangan at vera, at frælsis- og endurnýggjanar hugsjóninar í trúbótini blivu køvd av sjálvari trúbótini. Men, tað er kannska mannalyndi, at dýrka eina ávísa tíð í søguni, sum eina trygd fyri sannleika – hvør veit!?

Vit kunnu tó siga at Luther breyt uppúr nýggjum, við at venda aftur til tað upprunaliga. Sum bíblikønur næm hann sær vitan um skriftina, sum guðfrøðingar og fólk flest ikki høvdu tá. Og hann brúkti hesa vitan til at endurnýggja kristna boðskapin. Vit vita munandi meira um bæði Gamla- og Nyggja testamentið í dag, enn Luther gjørdi, og fleiri nýggj samtíðar handrit eru eisini komin undan kavi síðandi tá. Vit hava eina heilt aðra heims- og heildarfatan enn Luther og hannsara samtíð hevði. Og um okkara leiðir í hvussu so er, eru vit ikki longur til reiðar beinanvegin  at brenna fólk á báli, um tey hava eina aðra áskoðan enn vit.

Nógv av tí, sum klandrast varð um um trúbótarmundið kann tykjast okkum margháttligt, fjart og hárklyvjandi í dag. Og vit eru nú von við at tosa okum til sættis, heldur enn bara at kolldøma ella fara í hernað áðrenn hálvtlað orð.  Men, soleiðis var tað visuliga ikki tá!

Um trúbótin ikki skal hava verið til fánýtis, so eiga vit at taka við læru av teimum orðunum, sum Luther verður endurgivin fyri at hava sagt, tá hann í Worms bleiv biðin um at avnokta sína nýggju læru.  Hann skal hava sagt: ”Um eg ikki verði sannførdur av Skriftini og av vannligum kunnleika (sunnum fornufti).. . . .so kann eg ikki taka orð míni aftur”.

Orðini hava onnur endurgivið, men tey eru kortini í samsvarð við huksan Luthers.  Hann hevði endurfunnið Skriftina, og tað hevði givið honum eitt nýtt innlit, og eina nýggja vitan og vissu, ið samvitska hannsara ikki kundi avnokta.  Hann kundi ikki longur dvølja við aldargamlar áskoðannir og tulkingar.  Og hann var ikki bangin fyri at appelera til almennan kunnleika, til sunnan fornuft! Hannsara nýggja andaliga innlit hevði ikki borið við sær, at hann hevði sligið fornuftið ella heilan frá.

Um reformatiónin ikki skal hava verið til fánýtis, so noyðast eisini vit at halda somu leið, og nýta alla ta nýggju vitan vit í dag hava um Gamla- og Nýggja Testamenti, og at tulka tey hareftir. Eisini eiga vit í okkara guðstulkan at nýta ta vitan, sum vísundin hevur funnið framm til í øldunum eftir trúbótina.

Somuleiðis eigur kirkjan støðugt at líta kritiskt at sær sjálvum, síni skipan og boðskapi, fyri at hon ikki skal stagnera í vanahuksan. Ti umleið helmingiurin av tí vit í dag halda vera kristna læru, er lítið annað enn vanahuksan og vanatukling av Skriftini og fólkareligión!

Várharra visti hvat hann gjørdi, tá hann ikki lat Jesus skriva eitt einasta orð, men lat hann liva verk sítt og boðskap sín í gerðandisdegnum. Læra Jesusar rúmast ikki í bara í eini bók, men blívur verulig okkara millum, tá vit møta hinum livandi Guði,í tí upprisna Jesusi, sum livir og ræður og skapar um aldur og allar ævir, og soleiðis letur seg endurnýggja okkara millum hvønn dag, í tí skapannanverkinum hann skapar og endurnýggjar hvønn dag.

”Ecclesia semper reformanda est” – kirkjan, evangeliið eigur soleiðis støðugt at verða endurskoða í glæmuni frá páskamorgni! Tástani hevur reformatiónin ikki verið til fánýtis.

Bergur Jacobsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo