Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque
Útlendis ítróttur

Arsenal miðvallarin Henrikh Mkhitaryan verður ikki við í hópinum, tá Arsenal og Chelsea bresta saman í Europa League finaluni, sum verður leikt í azerbadjanska høvuðsstaðnum Baku tann 29. mai.

Hetta váttar Arsenal á heimasíðuni í dag. 

Orsøkin til, at 30-ára gamli armenin ikki verður við í finaluhópinum, er, at tað ikki verður mett at vera trygt hjá honum at uppihalda sær í Azerbadjan.

BBC skrivar, at Mkhitaryan óttast fyri trygdini hjá sær á tjóðarleikvøllinum í Baku, og sum skilst hevur Arsenal vent sær til Uefa fyri at fáa neyðugu trygdina hjá armenanum uppá pláss.

Uefa hevur veitt Arsenal játtandi svar uppá henda fyrispurning, men enska felagið hevur allíkavæl gjørt av, at best er at lata Mkhitaryan sita eftir.

Mkhitaryan hevur áður sitið eftir, tá liðini hjá honum hava spælt útidyst í Azerbadjan.

Í heyst helt venjarin hjá azerbadjanska liðnum Qarabag fyri, sambært The Guardian, at Arsenal bjargaði lívinum hjá Mkhitaryan við at lata hann vera eftir í London.

Stórir politiskir spenningar eru ímillum Armenia og Azerbadjan, umframt hatur ímillum londini bæði, og er tað føst mannagongd, at Armenia og Azerbadjan ikki kunnu leika ímóti hvørjum í landsliðshøpi. Hetta er av trygdarávum.

Uefa er undir hørðum ákoyringum í hesum døgum fyri at hava valt Baku sum finalustað og fyri einans at hava latið 6.000 atgongumerki í part til luttakandi liðini.

Støðan við Mkhitaryan fer helst einans at forvolda Uefa enn meira høvuðbrýggj.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo