Tað eru trý sløg av fólkum. Tey sum fáa tingini at henda, tey sum hyggja at ímeðan tingini henda, og tey sum undrast yvir hvat f.... tað var sum hendi
- Fred Clauser, neyðlendi í Eiðisflógva í 1969
Vágatíðindi

Løgreglan fekk boð um hendingina nakað fyri klokkan 7 í gjárkvøldið.

Tríggir útlendingar vóru farnir í hagan vestanfyri Sandavágsháls tá ein teirra var áhaldsin og fór á glið og endaði í einum gili. Boð vóru send eftir tyrluni sum bjargaði manninum og flutti hann á Landssjúkrahúsið.

Maðurin fekk skaða av fallinum men er tó ikki í lívsvanda og hevur tað eftir umstøðunum gott sigur vakthavandi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo