Tríggir menn, sum vóru farnir út í kajakkum fyrrapartin í dag í Vágum, komu illa fyri í tí harða streyminum við Drangarnar.
Streymurin kom óvart á teir, og vórðu teir tiknir av streyminum. Kajakkin hjá einum av monnum holvdist, og endaði hesin maðurin á sjónum.
Hinir báðir ringdu síðan til løgregluna eftir hjálp. Løgreglan sendi hareftir boð eftir bjargingartyrluni, sum var á staðnum 7-8 minuttir seinni fyri at heinta neyðstadda mannin upp.
Løgreglan fekk neyðsynjarboðini kl. 10.55 í morgun.
MRCC sigur við VP, at tyrlan hevði eina venjing í Miðvági, og at hetta var orsøkin til, at hon kundi koma á staðið við fullari manning so skjótt
Hinir báðir menninir fingu bjargað sær upp á land á Tindhólmi, og kom Sverri á staðið eftir teimum. Eisini vendi Jósup, sum var á veg út í Mykines, við og lá uttanfyri Tindhólm og bíðaði, meðan Sverri avheintaði menninar.
Í øllum førum tveir av monnunum eru norðmenn, sigur løgreglan við VP.
Allir tríggir menninir sluppu frá hendingini í øllum góðum og eru væl fyri eftir umstøðunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo