Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Onnur tíðindi

Tað var um seks tíðina í morgun at politiið fekk fráboðan um, at ein maður hevði stungið ein annan mann í hálsin, helst við einum saksi.

Tilburðurin fór fram í einum sethúsum í Havn. 

Tá politiið kom á staðið bleiv maðurin, ið hevði stungið, alt fyri eitt handtikin. Hann skal fyri rættin í dag, har hann antin verður varðhaldsfongslaður ímeðan politiið ger fleiri kanningar, ella eisini verður hann leyslatin. 

Maðurin ið varð stungin varð koyrdur á Landssjúkrahúsið. VP skilir, at hann er ikki í lívsvanda. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo