Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Krutl

VG-satira: Kvinnan úr Noregi mátti geva frágreiðing á politistøðini seinnapartin sunnudagin. Har greiddi hon frá hvat hendi tá ið hon fann deyða mann sín í sjónvarpsstólinum beint eftir hálvleik í dystinum millum Kosta Rika og Serbia.

– Eg skuldi hava hjálp at fáa eitt fat niður av køliskápinum, og royndi fyrst at rópa. Tá ið eg einki svar fekk - tað fái eg ongantíð undir stórum meistaraskapum – fór eg inn og risti í hann. Tá datt hann bara á aðra liðina, sigur kvinnan.

Hon helt at maðurin bara royndi at látast tvørur.

– Hann roynur altíð at sníkja seg undan húsarbeiði, men tá ið eg trekti eina kalda bjór upp beint undir nøsini á honum uttan at hann reageraði, so skilti eg at okkurt var á vási. Tá ringdi eg fyrst og segði upp allar sportsrásirnar, áðrenn eg ringdi til neyðnummarið.

Ein lækni staðfesti, at maðurin hevði verið deyður í minst trý døgn.

– Løgreglan helt at eg átti at havt gjørt vart við meg fyrr av luktinum.

– Átti tú ikki tað?

– Jú, kanska. Hetta er fyrstu ferð í 20 ár at tað ikki hevur luktað av freti í stovuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo