Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Onnur tíðindi

Ein ungur maður varð í nátt stungin til deyðis í miðbýnum í Keypmannahavn, í økinum ímillum Gothersgade og Borgergade.

Hetta skrivar tv2.dk.

Harumframt vórðu tríggir aðrir menn, allir í ungum árum, særdir í sambandi við hendan sama tilburðin. Harav varð ein teirra álvarsliga særdur.

Løgreglan fekk boðini um tilburðin um fýra-tíðina í nátt.

Stutt frammanundan fekk løgreglan boð um ein annan tilburð ikki so langt harfrá, við Kultorvet. Ein maður varð har stungin og særdur.

Fyrstu ábendingarnar eru, at talan hevur verið um ósemjur ímillum diskotekgestir, sum tíanverri hava havt við sær, at knívar hava verið havdir á lofti, skrivar TV2.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo