Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa
Vinna

Hoyringssvar frá verksmiðjutrolarunum í Barentshavinum: Eitt av aðalmálunum í dagsins samfelag og hjá sitandi samgongu hevur verið, at lata líka løn fyri líka arbeiði fyri bæði kyn, men við nýggja leistinum fyri uppboðssølu, sum landsstýrismaðurin skjýtur upp, verður hetta ikki galdandi.

Uppskotið viðførur harumframt, at ein ikki fær líka løn fyri líka arbeiði fyri sama kyn.

Hetta tí, at nýggi leisturin fyri afturlatnu uppboðssøluna ger, at prísurin sum einstøku skipini rinda fyri fiskin er ymiskur, og tí kemur tað at henda, at tað verður maðurin á dekkinum, sum í størsta mun verður straffaður, um hesin er við einum skipi, sum hevur bjóðað hægsta prísin – skipini koma at fiska lið um lið, men manningarpartur verður ikki roknaður út á sama grundarlagi. 

Um politiski viljin framvegis er, at uppboðssøla skal vera, so vilja vit mæla til, at henda verður opin, og á sama hátt, sum hon hevur verið mongu seinastu árini á Fiskamarknaði Føroya, har ein veit hvørjum ein bjóðar ímóti, og alt er alment á einari almennari uppboðssølu, soleiðis at fiskimálaráharrin og núverandi samgonga kunnu liva upp til orðini um treytaleyst nærlagni, klokkuklárar mannagongdir, rættartrygd og fult gjøgnumskygni.

Tað sær út til, at endamálið við uppboðssøluni í Barentshavinum er at taka rættindini frá teimum, sum hava fiskað í Barentshavinum í skjótt 100 ár. 

Les hoyringssvarið her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo