Satt gestablídni er kunsturin at fáa gestirnar at føla seg, sum vóru teir heima, hóast tú kundi ynskt, at tað var har, teir vóru
- ókendur
Onnur tíðindi

23 ára gamli maðurin sum fútin í gjár vildi hava Føroya Rætt at varðhaldsfongsla ímeðan politiið skaffar fleiri prógv til skuldsetingina um morð í 2012, hevur ein dóm uppá 8 ár fyri harðskap. Maðurin situr longu í varðhaldi í Mjørkadali- men sleppur út av og á.

Tað hevur Jógvan Páll Lassen, verji, upplýst fyri útvarpinum.

Dómarin vildi í gjár ikki ganga ynskinum hjá fútanum, um at fáa mannin varðhaldsfongslaðan, á møti. Fútin kærdi úrskurðin hjá dómaranum til Eystara Landsrætt.

Jógvan Páll Lassen upplýsti, at maðurin skuldi eftir galdandi reglum verið royndarleyslatin, men kriminalforsorgin mælti frá. Hetta hevur hann nú kært. Maðurin sleppur tó at ganga leysur nakrar dagar um vikuna og kundi, um hann vildi, ávirka møgulig vitni, men tað hevur hann ongan áhuga í, segði Jógvan Páll Lassen, verji hjá manninum, við útvarpið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo