Eg skyldi ikki kvinnurørsluni nakað!
- Margareth Thatcher
Politikkur

Magni Arge hevur boðað frá, at Tjóðveldi ikki vil siga, um flokkurin fer at stuðla eina reyða ella eina bláa stjórn í Danmark eftir fólkatingsvalið.

Í staðin er stuðulin settur til sølu: Tann, sum eftir valið vil eftirlíka Tjóðveldisins krøvum, fær flokkin í sín part. Tað kann gerast avgerandi fyri, hvør kann skipa stjórn. 

Tjóðveldi skal altso samráðast við Mette Frederiksen og Løkke Rasmussen um teirra politikk mótvegis Føroyum. Tann, sum bjóðar mest, kann skipa stjórn.

Við hesum verður føroyskur politikkur partur av donskum samgongusamráðingum. 

Við hesum smelta føroyska og danska politiska skipanin saman í eina.

Við hesum verður vald flutt frá okkara egnu myndugleikum til ein føroyskan flokk á Fólkatingi. 

Í vikuni vísti eg á, at hetta er eitt stórt afturstig fyri okkara sjálvræði og alla okkara politisku skipan. Støðið verður rætt og slætt máað undan okkara fólkaræði. 

Tjóðveldi er ikki “føroysk áhugamál” 
Fríggjakvøldið svarar Magni Arge. Hann sigur, at hetta snýr seg um at “fremja føroysk áhugamál”. 

Men tað ger tað ikki. Trupulleiki Magna er, at hann blandar “Føroysk áhugamál” við Tjóðveldisins áhugamál.

Retorikkurin minnir eitt sindur um tað, Magni segði í síðsta valstríði, tá hann bað fólk velja seg, tí hann “bar føroysku tjóðina í síni sál”. Sum um onnur ikki gera tað...

Men Tjóðveldisins meining er ikki føroyskari enn aðrar meiningar. Og meirilutin av føroyingum vil altso nakað annað enn Tjóðveldi. Hesin meiriluti verður umboðaður av Løgtingi og Landsstýri – ikki av Tjóðveldinum á Fólkatingi. 

Magni sigur eisini, at “umboð fyri Tjóðveldi brúka sína støðu at vinna Føroyum eina frælsari støðu, tí hetta álitið hava vit fingið frá veljarunum.”

Tað er í lagi. Men tað hevði eisini verið gott, um Tjóðveldi virdi okkara egnu, demokratisku kommandolinjur. Tað ger hann ikki, um hann misnýtir fólkatingssessin til at tvinga sín politikk ígjøgnum – ímóti viljanum hjá meirilutanum av føroyingum. 

Tað er á Løgtingi og í Landsstýri, at tann demokratiski meirilutin í Føroyum kemur til sjóndar. Tjóðveldi er á Fólkatingi partur av eini danskari skipan – og umboðar har góð 20% av føroyingum.

Eingin sambandskari enn Tjóðveldi
Sum verju fyri Tjóðveldisins nýggju kós nevnir Magni tær avtalur, eg havi gjørt við stjórnina farnu árini. Men tær eru allar gjørdar í samráð við føroyskar myndugleikar, feløg og stovnar. 

Magni nevnir eisini, at Jóannes Eidesgaard í 1998 – fyri at halda eitt vallyfti – ikki vildi atkvøða fyri einum donskum tingformanni, og at lutakast mátti til. Men Eidesgaard samráddist also ikki vegna Føroyar við danskar flokkar um at skipa danska stjórn.

Báðir fólkatingsmenninir – Jóannes Eidesgaard og Óli Breckmann – stuðlaðu Landsstýrinum í stríðnum um “bankamálið”, sum tá var. Hvørgin fór sjálvur í samráðingar við danskar myndugleikar um føroysk mál.

Landsstýrið førdi orðið.

Landsstýrið hevði valdið. 

Føroyska fólkaræðið talaði.

Tað, Magni og Tjóðveldi nú ætla, er at bypassa okkara egnu myndugleikar, bypassa okkara egna fólkaræði – og sjálvi fara í samráðingar við danskar myndugleikar um yvirskipað føroysk mál. 

So sambandskur hevur eingin annar føroyskur flokkur verið í nýggjari tíð. 

Sjúrður Skaale

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo