Arbeið hart 8 tímar um dagin, so kemur tú helst í stjórasessin - og mást arbeiða 12 tímar um dagin
- Robert Frost
Lesarin skrivar

Eftir hvat landsins hektiska danska eykaumboð, harra Magni Arge visti at siga í vetur, so skuldi tann catalonski vinmaður hansara Puigdemont koma flagsandi til Føroya saman við tjøldrunum um Grækarismessuleitið.

Tað hevur tí verið febrilskur aktivitetur í tjóðveldiskreðsum, har man leingi hevur fyrireikað eina stórfingna móttøku við flaggparadum, hornblástri, reyðum gongupløggum og rakstrarrópandi ungum tjóðveldisgentum (væl undir valaldur).

So skjótt, sum Puigdemont hevði sett fótin á føroyska jørð, skuldi Magni halda eina 3/4 tíma patriotiska røðu um seg sjálvan, Føroyar. dupultmandat, Atlantic Airways og Catalonien.

Beint eftir skuldu óvitar úr Unga Tjóðveldi kvøða Brókatátt og Grindavísuna á tamb fyri tí sakleysa Puigdemont.

Eftir ein stuttan steðg í Kálvalíð, skuldi gongan koyrast til Havnar, har Magni skuldi reiða upp í einum gestakamari, tí eingin officiellur føroyskur instansur vil hýsa catalonaranum.

Men nú tykist, sum um alt er fallið sum eitt korthús, tí Puigdemont er for gumpatungur til at fylkjast við tjøldrunum og tímir ikki á flog.

Hann situr for væl og trygt í Bruxelles, so helst noyðist Magni Arge at flagsa einsamallur saman við onkrum tjaldri á Grækarismessu.

Catalonarin kann kanska heldur lokka Magna til Bruxelles.

Har er jú longu ein fitt koloni av vælbetaltum republikanskum blóðletingum í tí toleranta býnum.

Virgar T. Dalsgaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo