Tað eru tveir marknasteinar í tilveruni hjá víðskygda journalistinum. Tá ið hann varnast, at eingin er áhugaður í sannleikanum. Og tá ið hann verður vísur í, at eingin er áhugaður í sannleikanum
- Høgni Mohr
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Tórbjørn Jacobsen á Facebook: Vit vóru fleiri sum væntaðu, at hugsjónirnar fóru at fáa størri rúm í politiska lívi landsins, eftir at trongi lokalpolitikkurin var foyktur og ambitiøsi landspolitikkurin fluttur upp í eina heilt aðra sferu í hinum éina valdøminum, har stórmál fóru at vera tikin upp og viðgjørd í mun til alt hitt smáliga túnatosið, sum var frammanundan.

Tað vanlukkuliga hendi, at tað gekk beint øvut, sum vit hildu, vónaðu og væntaðu. Lokalpolitikkurin hevur ongantíð verið meiri magnfullur enn tað sama, og fólk bróta hurðarnar fyri at sleppa inn í flokkar, har tey onki sum helst hava at gera. Bara tvey fesk dømi. Magni Laksáfoss fyrireikar seg nú til eina vakurleikakapping í Framsókn saman við Ruth og Honnu. Og flokseigaranum Poul sjálvandi. Hann avnoktar nú ríkisveitingina, sum hevur verið hansara heilaga politiska mantra. Javnaðarsambandskvinnan Sonja Jógvansdóttir er á veg inn í Tjóðveldisflokkin, hvørji ørindi hevur hon í tí flokkinum í mun til stevnu floksins, sum fyrst og fremst snýr seg um at skipa Republikkina?

Flokkarnir áttu hvør í sínum lagi at keypt sær ein ideologiskan lyguavdúkara (Lie-Detector), serliga nú val er í hondum. Kanska skuldu teir roynt egnar tingmenn fyrst av øllum.

Tjóðveldisflokkurin kundi roynt lyguavdúkaran í mun stevnu floksins um treytaleysa loysing. Kenni onkran sum hevði megnað testina, m.a. formannin og tingformannin, men annars eri eg ivasamur. Fólkaflokkurin kundi roynt Lie-detektaran fyri at vita hvussu nógvir liberalistar eru í tingmanningini, - har er ongin. Javnaðarflokkurin kundi roynt lyguavdúkaran fyri at vita hvussu nógvir sosialdemokratar eru í flokkinum á tingi, - har man støðan vera syndarlig. Um Sambandsflokkin er bara tað at siga, sum skyldmaðurin Jørgen-Frantz Jacobsen tók til fyri 90 árum síðani: "Sambandspartiet er den politiske umoral sat i system." Og sosialliberalistarnir í Gamla Sjálvstýrinum, sum liggja og andøva undir reyvini á Fólkaflokkinum, ja, er nakað at siga um teir? Miðflokkin veit man hóast alt, hvar ið man hevur teir.

Lat okkum fáa hugsjónir á ting aftur og væl sterkari flokkar enn tað, sum umboðandi valdið hjá okkum øllum megnar at leggja fram á torg í hesum døgum.

Skal tað veruliga vera neyðugt at fara aftur til 7 valdømir fyri at fáa eina parlamentarismu og eina politiska skipan, sum vit kunnu vera nøgd við?

Møguliga :-)

Gott vikuskifti.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo