At vera eydnuríkur er at hugsa rætt
- úr Børkuvísum

Magni er 35 ára gamal og hevur kandidatútbúgving í politiskum samskifti og leiðslu frá Handilsháskúlanum í Keypmannahavn, umframt bachelorútbúgving í virkisvísindum. Harumframt er hann útbúgvin marknaðarførsluøkonom, sum eisini er ein góður førningur, tá ið tað snýr seg um at ráðgeva íverksetarum.

Magni hevur drúgvar royndir innan samskipan og fyrisiting, millum annað frá Kringvarpi Føroya, Københavns Kommune og BankNordik.

Hann fær ábyrgd av fleiri ígongdverandi verkætlanum hjá Íverksetarahúsinum, eins og fleiri nýggjum verkætlanum, sum eru í umbúna. Haraftrat fer hann at ráðgeva íverksetarum.

Magni tekur við starvinum 1. januar 2019.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo