Gert tú pening til gud, fer hann at plága teg sum fjandin
- Henry Fielding
Útlendis ítróttur

Magnus Carlsen (26) hevur vart HM-tittulin í talvi fyri aðru ferð – takkað verið sigri í snartalvi í New York.

Hann vann triðja og fjórða talvið í umtalvunum móti Sergej Karjakin (26) og er sostatt heimsmeistari í tvey ár afturat. Minst.

Sigurin gevur Magnus Carlsen einar 5 milliónir krónur – minus tey fimm prosentini sum hann má rinda í revsing fyri at fara av tíðindafundi eftir talv nummar átta.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo