Tað er vandi í hvørjari vælferð
- føroyskt orðatak
Innlendis ítróttur

Visit Faroe Islands hevur í kvøld valt formannin í Flogbóltssambandinum Magnus Tausen til Ársins Ambassadør. 

Grundgevingarnar hjá Visit Faroe Islands vóru soljóðandi:

"Flogbóltssambandið hevur í fleiri ár skipað fyri stórum altjóða kappingum í Føroyum.

Í 2018 var kappingin fyri EM smátjóðir í U20 hjá monnum. Til kappingina komu 4 lið við 18 leikarum á hvørjum liði. Haraftrat vóru tað dupulta av luttakarum tengd at kappingini sum til dømis hjálparfólk. Eisini var ein gentukapping í januar mánaði 2019.

Magnus Tausen er ein sonn eldsál innan flogbóltin í Føroyum. Hann hevur saman við Niclas Joensen ment flogbóltin frá teimum heilt smáu flogbørnunum til altjóða kappingar fyri ymsu aldursbólkarnar. Á henda hátt mennir hann ítróttina í øllum liðum, har altjóða kappingarnar eru við til at geva føroysku leikarunum íblástur og avbjóðingar og lyfta flogbóltin á eitt hægri støði."

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo