Tú hevur meira tol við bilføraranum aftanfyri enn tí frammanfyri
- Bill McGlashen
Útlendis ítróttur

Leicester-leikarin Riyad Mahrez er ársins leikari í Premier League, kosin av leikarunum sjálvum.

Vongurin hevur havt ein sera stóran týdning fyri Leicester hesa avbera góðu sesongina. Algerin hevur skorað 17 mál og stendur fyri ellivu málgevandi pasningum hesa sesongina.

Mahrez kappaðist við N'Golo Kante og Jamie Vardy úr Leicester, Mesut Ozil úr Arsenal, Harry Kane úr Tottenham og Dimitri Payet úr West Ham.

Dele Alli úr Tottenham var kosin ársins ungi leikari.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo