Mótburður avdúkar tey, sum ikki eru tíni sonnu vinfólk
- Aristoteles
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

1. viðgerð um ein skúla til okkum hjálparfólk var fyri tinginum í gjár. Sum forkvinna í Hjálparfólkafelagnum helt eg, at tað var rætt at verða til staðar.

Eftir at hava lurtað eftir hvat ymsu politikarinir førdu fram, má eg ásanna at skúlin verður settur á stovn fyrsta januar næsta ár. Hóast sera nógv ivamál, og breið semja var um at máli var sera mangulfult og óbúgvi at leggja fyri landsins ting. So tykist at semja er í samgonguni um at seta hann á stovn.

Vit í feglanum hava roynt at ført okkara sjónarmið fram. Ikki tí, vit ikki vilja hava møguleikar at menna okkum, men tí vit sýggja at verðandi bygnaður ikki er nøktandi.

Fyri okkum hjálparfólk er ein skipan, við styttri skeið-líknandi bygnaði, ein nógv betri loysn. Vit eru ein breið samansetning av føroyingum við ymsum førleikum og lærdómun.

Nakrir politikarar førdu fram sum argument, at heilsuhjálparaskúlin var eitt sera gott stað at vera á. Og tí var tað ein sjálvfylgja at skúlin liggur har. Og øll mótargumentatión var eitt álop á Suðuroynna sum heild.

Sjálvand skilja vit at politikarar arbeiða fyri sínum egna øki, man tað er harmuligt at roynt verður at snara diskusjónini inn á staðsetingina, ístaðin fyri at diskutera innihald og bygnað.

Hvat er tað man vil við eini útbúgving? Hvat liggur til grund fyri at seta hana á stovn? Hvat fyri møguleikar gevur tað teimun, í taka útbúgvingina? Hvør skal sleppa inn til útbúgvingina? Um útbúgvingin gevur betri treytir á arbeiïsplássinum, hvussu nógv av teimun uml. 1.000 hjálparfólkinum sleppa í skúla ísenn?

Sum nú er, arbeiða hjálparfólk undir óstøðugastu setunartreytum í landinum, kanska í vesturheiminum enntá.

Tað broytir onki, um tú hevur útbúgving sum námshjálpari ella ikki. Ùtbúgvingin gevur ongar fyrimunir til tey lesandi í mun til tey, ið ikki fara á skúla.

Hetta lógaruppskotið er ein avleiðing av semju millum Pedagogfelagið og KF/Fíggarmálaráðið. Vit vita ikki hvat Pedagogfelagið hevur lagt til grund at slík útbúgving er neyðug. Men siga, at teir ikki kunnu góðtaka uppskotið sum tað liggur.

Vit í Hjálparfólkafelagnum hava frá byrjan argumenterað fyri at um tørvur er á at útbúgva okkum til at hjálpa námsfrøðingunum, so er besta og bíligasta loysnin at gera tað við málrættaðum skeiðum.

Um tað liggur í Suðuroynni ella aðrastaðni er ikki týðandi.

Maj-Britt Jacobsen, forkvinna
Hjálparfólkafelagið

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo