Sterkar kvinnur kunnu bert vera giftar við veikum monnum
- Betty Davis
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Ja, eru tað einstakir mánaðir, har lønarútgjaldingarnar ikki eru hækkaðar, so eru grátikonur andstøðunar úti í fjølmiðlunum við boðskapinum, at sjálvandi er tað samgongan, ið hevur skuldina, at nú kom stígur í, og skjótt fer tað at ganga afturá, og helst fer samfelagið alt at steðga upp orsaka av sitandi samgongu.

Veruleikin er sjálvsagt ein heilt annar. Arbeiðsloysið hevur ongantíð verið so lágt, og lønarútgjaldingarnar síggja bara út til at vaksa, eins og virksemi runt landið ongantíð hevur verið størri. Nógvar íløgur verða gjørdar kring alt landið.

Samstundis gera limirnir í andstøðuni lítið annað enn at senda fyrispurningar til landsstýrisfólkini um bæði líkt og ólíkt. Fyrrverandi landsstýrismaður í fíggjarmálum vil hava at vita, hvussu nógv einnýtisíløt ikki verða latin inn aftur til handlarnar. Sami tinglimur hevur seinastu 20 árini sitið í samgongu uttan at hava megnað at gjørt nakað hesum viðvíkjandi.

Fiskimálaráðharrin í seinastu høgrasamgongu er farin í hernað ímóti Glasir. Í fyrispurningi hevur hann so nógvar neiligar fyrispurningar um ymiskar feilir, hann sigur vera á Glasir, at ein skuldi trúð, at hann arbeiddi sum arkitektur uppi í Marknagilsdeplinum.

Hví gleðist Jacob Vestergaard heldur ikki um, at sitandi samgonga eftir nøkrum krákumánaðum hevur avgreitt málið um nýtt havrannsóknarskip? 

Eitt álvarsmál, ið hann og Fólkaflokkurin hava bólt oman á í nærum 25 ár. Undir hansara leiðslu hevur man heldur tvíhildið um ein gamlan, niðurslitnan trolara, ið er nærum javngamal við fyrrverandi fiskimálaráðharran. Hetta er ein tann stórsta skommin hjá okkum sum fiskivinnutjóð.

Sama ger seg galdandi við Bjørn Kalsø, ið nú roynir at tryggja sær nakrar atkvøður við einkisigandi fyrispurningum, og við at rópa um, hvussu ræðulig støðan er hjá fiskivinnuni undir sitandi samgongu. 

Hví tekur sambandsumboðið ikki í egnan barm viðvíkjandi framtíðar føroyskari fiskivinnu.

Tað var jú hann sjálvur, ið sum fiskimálaráðharri í 2008 legði fyri Løgtingi uppskot um, at verandi fiskiloyvir skuldu fara úr gildið 01.01.2018, og at ein nýggjari fiskivinnuskipan skuldi setast í verk í góðari tíð frammanundan, so vinnan ikki skuldi gerast ov ótrygg hesum viðvíkjandi.

Frá 2008 til 2014 sótu báðir garparnir Jacob Vestergaard og Bjørn Kalsø sum fiskimálaráðharrar við einum meiriluta aftan fyri seg. So sjálvt um hesir báðir høvdu buktina og báðar endarnar, so megnaðu teir ikki at finna semju um eina framtíðar fiskivinnuskipan.

Og sjálvt í dag, nú teir báðir sita í andstøðu, har teir dag og dagliga hegla sitandi samgongu niður og norður viðvíkjandi fiskivinnunýskipanini, so eru teir ikki førir fyri saman at leggja fram eitt uppskot um eina framtíðar fiskivinnuskipan.

Samstundis breggja somu umboð fyri Sambandsflokkin og Fólkaflokkin sær av, at teir eru garantar og tryggleikin fyri einari væl riknari føroyskari fiskivinnu. Nú hesi umboð á báðum teimum aftastu beinkjunum áokkara høga Løgtingi ferð eftir ferð blása, meðan teir hava mjøl í munninum, kann ein ikki annað enn hugsa um frálíku søguna hjá H.C. Andersen, tá eitt smábarn av øllum gjørdi mammu sína varuga við, at keisarin var ikki í fínum klæðum, men spákaði spillnakin framman fyri stóru mannamúgvuni.

Á sama hátt sita hesir báðir fyrrverandi landsstýrismennirnir í fiskivinnumálum Bjørn Kalsø og Jacob Vestergaard politiskt spillnaknir á ávikavist aftasta og næstaftasta beinki í Løgtingnum.

Orsaka av manglandi dirvi og politiskari arrogansu eiga nevndu umboð fyri tveir av teimum stóru flokkunum saman við teirra flokkum alla ábyrgdina av tí støðu, sum føroyska fskivinnan er í, nú eitt stórt ár er eftir, til vit hava tann 01.01.2018. So teir liggja sum teir hava reitt.

Harmuligt er tað tó, at Sambandsflokkurin, sum í seinastu samgonguni við Fólkaflokkinum, slepti einari framtíðar fiskivinnuskipan uppá fjall, í dag framvegis roynir at skáka sær undan og heldur roynir at leggja sjógv millum seg og sitandi samgongu á fiskivinnuøkinum.

Tað vísir bara, at Sambandsflokkurin helst eisini hetta valskeiðið fer at liggja sjóvarfallið av sær, uttan at flokkurin tekur ábyrgd av tí avgerð, hann tók í 2008.

Tað vísir bara, at flokkurin framvegis ætlar at vera politiski látuverji Fólkafloksins frameftir.

So samanumtikið hava bæði Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin, fyri politiskan vinning, lagt frá sær alla ábyrgd fyri at føra ein konstruktivan politikk í sambandi við eina framtíðar fiskivinnuskipan.

Frank Davidsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo