Tá lívið er fyrireikað á besta hátt...kemur deyðin
- úr Børkuvísum
Vinna

Tað var gamalt at fiska makrel við nót, men seinnu árini hevur hann mest verið fiskaður við troli, og hetta kann geva ein mun í prísinum á 75 oyru kilo.

Høgaberg fiskar við nót og hevur fingið í miðal 75 oyru meira fyri kilo frá Pelagos í Fuglafirði. Seinasta túr fekk Høgaberg 6,75 í miðal fyri kilo av makreli.

Virkisleiðarin á Pelagos, Fríðin Ziskason, sigur við VP, at teir hava roynt at fingið henda góða makrelin sum er fiskaður við nót inn á japanska marknaðin, men at tað tekur tíð at koma á henda marknað, tí japanesar seta sera stór krøv til makrelin.

- Japanesar keypa bert um hesa tíðina á árinum, og keypa bert í fáar vikur, men vit hava vónir um at koma inn á marknaðin, sigur Fríðin Ziskason.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo